Útlát av vakstarhúsgassi og veðurlagsbroytingar, er ein av stóru alheims umhvørvistrupulleikunum. Keldurnar til útlát av vakstrarhúsgassi stava í stóran mun frá brenning av olju, koli og øðrum fossilum brennievnum. Øktu nøgdirnar av vakstrarhúsgassi í lofthavinum virka sum ein eyka bjálving av jørðini, við tað, at tær halda aftur hita, sum annars hevði farið út í rúmdina. Halda vit á at økja um útlátið av vakstrarhúsgassi, hækkar miðalhitin á jørðini og ymiskar broytingar í veðurlagum fara at merkjast.
Hevur tú viðmerkingar ella vil tú vita meira um útlát av vakstrarhúsgassi, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo
17-11-22 Umhvørvisstovan og vinnufeløg kunngera samstarv um CO2 rokniamboð
27-07-22 Minni vøkstur í útláti av vakstrarhúsgassi
13-07-20 Útlátið av vakstrathúsgassi økt við 6 %
18-12-18 CO2 útlátið øktist munandi í fjør
26-07-17 Útlátið av vakstrarhúsgassi rættiliga støðugt
06-05-16 CO2 útlátið minkað nærum 3% í 2015
21-07-15 Vit náa neyvan málinum í veðurlagspolitikkinum
03-07-15 Meira CO2 - men eisini meira orka